Ársaðalfundur hjá Hjálparfólkafelagnum

Aðalfundurinundurin verður í morgin mánadagin 29-04 kl 19.00 í Hæddini í Saltangará. Skrá sambært lógum felagssins. Betri pentión verður við á fundinum, og fara at greiða frá eftirlønini.

Nevndin

 

31-01-2019

 

BREAKING NEWS

 

Hjálparfólkafelagið hevur nú endeliga vunnið sær týðandi rættindi í trætuni um eftirlønina Hjálparfólkafelagið hevur gjørt avtalu við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, um at eftirlønin hjá limum í hjálparfólkafelagnum framyvir verður flutt í Betri Pensjón. Hetta merkir, at Hjálparfólkafelagið við stoltleika kann bjóða limum sínum eina betri tryggingaravtalu í Betri Pensjón, enn Pedagogfelagið kann bjóða sínum limum í Tryggingarfelagnum Lív.

 

Hetta málið hevur tikið langa tíð at fingið greiði á, Pedagogfelagið hevur gjørt alt sum liggur í teirra makt, fyri at gera lívið súrt hjá Hjálparfólkafelagnum, væl vitandi um, at um Hjálparfólkafelagið vann hetta slagið, so verður munandi tyngri hjá Pedagogfelagnum at kappast um limirnar, nú tá tryggingar- og eftirlønarspurningurin er komin uppá pláss.

 

Vit í Hjálparfólkafelagnum eru sera errin av, at hava vunnið okkum hesi rættindi, og somuleiðis eru vit sera glað um at kunna vísa, hvørja styrki felagið hevur.

 

Vit hava longu fingið fleiri áheitanir um at koma út at greiða frá fyrimunum við at vera limur í Hjálparfólkafelagnum. Ætlanin er at fara út at vitja stovnar í næstum, har vit fara at greiða frá, hvørjum felagið arbeiðir við.

 

Ætlanin er eisini at greiða frá eftirløn og trygging og øðrum ágóðum, so sum lægri limagjaldi.

 

Ein fyrimunur við at vera í bólkatryggingini hjá Hjálparfólkafelagnum, í mun til bólkatryggingina hjá Pedagogfelagnum, er, at tímalønt automatiskt eru tryggjað í Hjálparfólkafelagnum. Ein annar fyrimunur við at hava eftirlønina í Betri er, at um mann samlar allar sínar tryggingar í Betri, so fær man eina peningaupphædd uppá 20% av goldnum tryggingum útgoldna einaferð um árið.

 

Tey, ið ynskja at spara nakrar krónur, og samstundis stuðla Hjálparfólkafelagnum í arbeiðinum at betra um rættindini hjá hjálparfólkum, kunnu tekna seg sum lim, við at fara inn á hesa leinkjuna, og fylla innlimingarskjalið út:

 

Hjálparfólkafelagið

Frá Hjálparfólkafelagnum

Hjálparfólkafelagið bjóðar øllum hjálparfólkum til fundar í hølunum hjá Starvsmannafelagnum 19. mars kl 19. Endamálið við fundinum er at kunna um árið, sum er farið, og gongdina frameftir.

Betri verdur eisini vid at greiða frá um eftirløn og trygging.

 hjálparfólk eru vælkomin.

 bjóða ein drekkamunn.




Skúlin til Hjálparfólk

Hjálparfólkafelagið 

Okkara støða viðv. hjálparfólkaútbúgving. Vit eru spurd av fleiri miðlum seinastu dagarnar, um okkara meining viðv. staðsetinging av einari hjálparfólkaútbúgving. Hetta er sjálvandi tí Rigmor Dam og Løgmaður alment hava verði frammi og sagt, at útbúgvingin skal liggja í Suðuroy. Vit eru sum fagfelag, sera upptikin og áhugaði í eini útbúgving til limir okkara, tí vit vanta hetta kan betra um okkara møguleikar. Hvar útbúgvingin skal liggja, ja, tað má so verða upp til politikararnar at taka støðu til. Og teirra støða er at hon liggur best í suðuroy. Tað ið upptekur okkum í hesum máli, er sum so ikki staðsetingin. So langt eru vit ikki komin í okkara hugaheimi enn. Tað eru nakrir grundleggjandi spurningar vit mugu seta okkum fyrst.

1. Hvør skal í skúla og hví?

 

2. Hvat ástøði ogna vit okkum har, ið betrar okkra arbeiðsførleikar?

 

3. Verða okkara setanartreytir tryggari, ella verða vit stadigvekk koyrd heim so hvørt ein pedagogur ynskir starvið?

 

4. Verður ein við hjálparfólkaútbúgving tikin framm um ein uttan, tá ið størv setast?

 

5. Hvussu nógvir av okkum um 1.000 hjálparfólkum sleppa í skúla ísenn?

 

6. Hvussu long er útbúgvingin?

 

7. Hvørji fag verða bjóða?

 

8. Kann man fáa góðskriva naka fyri áður tiknar útbúgvingar?

 

9. Fáa vit lestrarstuðul?

 

10. Fáa vit meira í løn?

 

Hjálparfólkafelagið er eitt felag fyri hjálparfólk. Tað er okkara fremsta mál at betra um treytir og kor hjá hjálparfólkum í Føroyum. Tað merkir eisini, at vit undir ongum umstøðum koma at góðtaka, at ein útbúgving er til hindurs fyri nakran av okkara limun.

 

 

Forkvinna Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen


1 viðgerð um skúla til okkum hjálparfólk

Hvør byggir landsins lógir?

1.Viðgerð um ein skúla til okkum hjálparfólk var fyri tinginum í dag.

Sum forkvinna í Hjálparfólkafelagnum helt eg, at tað var rætt at verða til staðar. Eftir at hava lurta eftir hvat ymsu politikarinir førdu framm, má eg ásanna at skúlin verður settur á stovn fyrsta januar næsta ár.

Hóast sera nógv ivamál, og breið semja var um at máli var sera mangulfult og óbúgvi at leggja fyri landsins ting. So tykist at semja er í samgonguni um at seta hann á stovn.

Vit í feglanum hava roynt at ført okkara sjónarmið framm. Ikki tí vit ikki vilja hava møguleikar at menna okkum, men tí vit sýggja at verðandi bygnaður ikki er nøktandi.

Fyri okkum hjálparfólk er ein skipan, við styttri skeið lýknandi bygnaði, ein nógv betri loysn.

Vit eru ein breið samansetningur av føroyingum við ymsun førleikum og lærdómun.

Nakrir politikarar førd fram sum argument, at heilsuhjálpara skúlin var eitt sera gott stað at verða á. Og tí, var tað ein sjálvfylgja at skúlin liggur har.

Og øll mótargumentatión var eitt álop á suðuroynna sum heild.

Sjálvand skilja vit at politikarar arbeiða fyri sínum egna øki, man tað er harmuligt at roynt verður at snara diskutiónina inná staðsetingina ístaðin fyri at diskutera innihald og bygna. Hvat er tað man vil við eini útbúgving?

 

Hvat liggur til grund fyri at seta hana á stovn?

 

Hvat fyri møguleikar gevur tað teimun í taka útbúgvingina?

 

Hvør skal sleppa inn til útbúgvingina?

 

Sum nú er, arbeiða hjálparfólk undir óstøðuastu setunartreytum í landinum, kanska í vesturheiminum entá.

Tað broytir onki, um tú hevur útbúgving sum námshjálpari ella ikki. Ùtbúgvingin gevur ongar fyrimunir til tey lesansi í mun til tey, ið ikki fara á skúla.

Hetta lógaruppskoti er ein avleiðing av semju millum pedagogfelagið og KF/fíggarmálaráðið.

Vit vita ikki hvat pedagogfelagið hevur lagt til grunda at slík útbúgving er neyðug. Men sýggja at teir ikki kunnu góðtaka uppskoti sum tað liggur.

 

Vit í hjálparfólkafelagnum hava frá byrjan, argumentera fyri at um tørvur er á at útbúgva okkum til at hjálpa námsfrøðingunum.

So er besta og bíligasta loysnin at gerða tað í málrættaðum skeiðum. Um tað liggur á Suðuroy, ella aðrastaðni er ikki viktugt.


Lesarabræv

Læs í summarferiuni at vit hava tørv á 400 til 500 fleiri námsfrøðingum í Føroyum. Og tí var ynskiligt at fróðskaparsetri umskipaði so, at fleiri námsfrøðingar verða tiknir inn á lestur.

Tað eru ikki 400 – 500 tøk størv í landinum til námsfrøðingar.

Flest øll hesi størv eru manna við okkum hjálparfólkum.

Ein stórur partur av hesun leysu størvun koma av, at nógv av okkum hjálparfólkum verða uppsøgd hvørja summarferiu.

So mugu vit søkja okkara starv av nýggjun í feriuni, og vóna at man fær okkurt.

 

Í sáttmálanum millum kommunir/land og pedagogfelagi er skriva í §2. stk. 2 ”Um eingin pedagogur søkir starvið, kann hjálparfólk verða sett fyribils, til pedagogur søkir starvið.

 

Normerað størv, sum ikki eru sett við pedagogum, skullu lýsast leys minst 6. hvønn mánað.

Sambart semju millum sátmálapartanar kann undantak gerast, so størvini verða lýst leys við eitt ára millumbili.”

Hetta er grundin til at vit hvørt ár sýggja hópin av starvslýsingum frá landi og kommunu.

 

Tær eru undirlagdar at siga okkum hjálparfólkum úr starvi, og lýsa tey leys.

Nú er summarferian enda, og skúlar og barnagarar eru opnaðir aftur.

Flestu lýstu størv eru sett, ofta av sama persóni sum misti tað tá summarferian byrjaði.

 

Og soleiðis hava okkara treytir verði í nógv ár.

Kanska trupuleikin ikki er at vit mangla 400 – 500 námsfrøðingar, men heldur at vit hjálparfólk arbeiða undir treytun óhóskandið fyri arbeiðismarknaðan í føroyum 2018.

Vit hjálparfólk hava sett fakfelag á stovn, fyri at betra um okkara kor á arbeiðismarknaðinum.

Vit mótmæla harliga, at okkara setunartreytir eru undirlagdar fikitivar og óveruligar nomeringar, settar uttan atlit til verðuleikan.

 

Vit uppliva eisini, nú øll hesu nýggju størvini eru sett, at arbeiðistakarin automatiskt verður innlimaður í pedagogfelagið.

Sjálvandi eru vit nýggj, og kanska øll ikki vit um okkum enn. Men sjálvandi skal arbeiðisgevarin geva arbeiðistakarinum møguleikan at velja frítt.

 

Eg eiti Maj-Britt Jacobsen. Eg eri eitt hjálparfólk í einum fríðtíðarskúla, og forkvinna í Hjálparfólkafelagnum. Og eg eri stolt av mínum størvun!

Eg havi virðing fyri tí ábyrgd mær er álagt, og eg gleðist hvønn tann einasta dag eg sleppi til arbeiðis.

Mítt arbeiðið er hesu fitt fitt børn, eg elski at stimbra, spæla og fjolla við teimun, eg elski at ugga tey, eg elski at siga teimun frá søgum, eg elski at læra tey nýggj spøl og dansir.

Eg royni hvønn dag at læra tey rætt og skeivt, eg vegleiði og hjálpi teimun at loysa konfliktir og undrist hvønn dag yvir allar hesu líttlu gávurnar ið renna runt um meg – smílandi, grátandi, snorandi – rópandi, flennandi, gnístandi – eitt fitt eygnabrá her, eitt líti skálkasmíl har – tað er gleðin.

Eg elski mítt arbeið!!! – og hetta er tí eg havi valt at arbeiða vit børnum.

 

Tað mangla ikki námsfrøðingar í føroyum fyri at tryggja góða góðsku.

Vit hjálparfólk gerða eitt megnararbeiði, og altíð í samráð við og undir leiðlsu av námsfrøðingi.

 

Tað mangla 400 – 500 námsfrøðingar í føroyum, í mun til eitt % tal pedagogfelagið sigur skal verða námsfrøðingar av samlaðu størvinum.

Vit eiga eisini at hava í huga, at ein hjálparfólkaskúli verður settur á stovn á heilsuskúlanum í suðuroy fyrsta januar 2019.

Mentamálaráðið hevur sett ein arbeiðisbólk at fyrireika hjálparfólkaútbúgvingina. Hetta arbeiði gongur væl, arbeiðsbólkurin er í fer við at skriva tilmæli og lógaruppskot. Útbúgvingin verður ætlandi skipa frá 1. Januar á Føroya Heilsuskúla. Hoyringsfundir verða eftir ætlan skipaðir í viku 39.

Har verða bæði Hjálparfólkafelagið og Pedagogfelagið innkalla.

Tað vit vita um bygna og innihald má takast við fyrivarni, arbeiði er ikki ligðut, og alt skal góðtakast av landstýriskvinuni.

Men ætlandi verða upptøkutreytirnar, fólkaskúlaprógv og minst 2 ára arbeiðsroyndir. Útbúgvingin verður væntandi ein yrkisfaklig útbúgving sum inniheldur ein ástøðiligan undirvísingarpart, við almennum lærugreinum og námsfrøðiligum lærugreinum og ein yrkisligan part.

Ástøðiligi parturin og yrkisligi parturin verður samskipaður við praktikk á stovnum har námsfrøðingar starvast. Sum eg skillji verður hugt nógv eftir útbúgvingini í danmark sum kallast pedagogisk assistentuddannelse.

 

Hjálparfólkafelagið er eitt fagfelag fyri hjálparfólk, við og uttan útbúgving. Tað er ongin ivi um tað. Vit sum fakfelag sýggja fram til, at lesa hoyringsskriv. Og fara, at svara tí so konstruktivt sum til ber.

 

Hjálparfólkafelagið Maj-Britt Jacobsen Forkvinna


Lesarabræv

Góði Jógvan Philbrow Havi sitið og lisið títt seinasta lesarabræv. Og eg havið eisini lisið granskingina hjá Nobelvirðislønta búskaparfrøðingurin James J. Heckman. Hetta hóðast Hjálparfólkafelagið ikki var vitandi um ráðstevuna hjá kommunufelagnum. Kanska vit áttu at verði boðin við næstuferð. Eg haldi sum tú, granskingina hjá James verða serstakliga áhugaverda. Og eiga sum samfelag, at miða ímóti at hjálpa har hjálpin gerð mest samfelagsnyttu. Men eg má líka viðmerkja, at tú ikki heilt skilur boðskapin hjá James. Hann skipar ikki til øll børn, men til børn úr útsettum ella útfordraðum familijum. Og ikki sum tú sigur, ”vísir í sínari gransking á, at dagstovnar við høgari góðsku til børn í 0 til 5 ára aldur geva størsta samfelagsliga avkastið.” Hann vísir á, at um vit í 0 til 5 ára aldur hjálpa hesun børnum, sum eru úr útsettum ella útfordraðum familijum, hevur tað stóra samfelagsgagnliga ávirkan. Í USA er hetta virði 13 % av hvørjum dollara investera í einstaka barnið. Hesu 13 % eru sæð ímun til útreislur hjá tí almenna seinnri í lívinum hjá barninum, og tann meir produktivitet barnið gevur samfelagnum sum vaksi. Og ikki sum tú sigur ” Í stuttum sigur hann, at fyri hvørja dollara-íløgu tú ger í eitt góðsku-tilboð til smábørn undir 5 ár aldur, so fær tú 13 dollarar aftur. Ein óhoyrd góð samfelagslig íløga í framtíðina hjá okkum øllum.” Tað verður serliga víst til fatarnligu evnini og karakterin hjá barnininum, sum umráðandi evnir at styrkja. Men aftur, hetta er børn ið liva í útsettum og útfordraðum familijum. Tú søknast eftir góðsku á tí námsfrøðiliga arbeiðinum. Eg haldi tú átti at útgreina nærri hvat tú meinar her. Er tað góðskan hjá námsfrøðinginum tú setur spurnartekin við, ella er tað góðskan hjá hjálparfólkinum tú heldur er ikki nøktandi. Ella meinar tú tað sum yvirorðna fyri stovnarnir, sum eina eind. Persónliga kenni eg meg ikki aftur í hasun. Havið arbeitt undir leiðlsu av nógvun námsfrøðingum gjørnum ár og dag. Sjálvandi dugir onkur betri enn annar, men sum heild haldi eg støði verða høgt. Og havi altíð fingið holla vegleiðing. Eisini havi eg arbeitt saman vit hópin av hjálparfólkum. Felags fyri flest teirra er, at tey tíma og vilja arbeiða við børnum. Og við námsfrøðiligari vegleiðing, gerða tey øll eitt sera gott arbeiðið. Einig í, at vit mugu tora at spyrja spurningar. Og í, at um vit sum samfelag støðugt villja menna okkum mugu vit gerða røttu íløgurnar. Spurningurin er kanska um rætta íløgan er 400 námsfrøðingar?

 

 

Hjálparfólkafelagið Maj-Britt Jacobsen, forkvinna


Kunning til limir í hjálparfólkafelagnum

 

Limir, sum eru farnir úr Føroya Pedagogfelag yvir í Hjálparfólkafelagið, fáa í hesum døgum eitt skriv frá Lív um, at tey ikki longur eru partur av samlagstryggingini hjá Pedagogfelagnum, og verða bjóðaði at tekna egna trygging. Hjálparfólkafelagið biður sínar limir hyggja burtur frá hesum skrivi, tí Hjálparfólkafelagið hevur avtalu við Betri, og verða okkara limir tí automatiskt partur av samlagstryggingini í Betri, og nýtast limirnir tí ikki at óttast . Tað hevði tó lætt um arbeiðið hjá okkum, um tit sum hava fingið teldupost frá Lív geva okkum boð á t-postadressu: hjalparfolkafelagid@gmail.com

 

Hjálparfólkafelagið hevur tosað við Lív um skrivið, sum er sent út, og skilja vit á lagnum, at pedagogfelagið átti at havt boðað fráfarandi limum skrivliga frá í góðari tíð, tá tey melda seg úr, men hava ikki gjørt hetta.

 

Sum sagt skulu tit síggja burtur frá hesum skrivinum, men gott hevði verið, um tit boða okkum frá, so vit kunnu skráseta okkara limir so hvørt sum teir fara úr skipanini hjá Pedagogfelagnum yvir í okkara trygging í Betri 😊

 

Her er avrit av skrivinum frá Lív:

 

Eftirlønarskipan gjøgnum Føroya Pedagogfelag

 

Sum fakfelagslimur eru ásetingar um tryggingar í samband við eftirlønarskipan.

 

Vit hava fingið upplýst, at tú ikki ert limur í Føroya Pedagogfelag frá 01.08.2018 at rokna, og er eftirlønin sostatt broytt samsvarandi hesum. Hetta merkir at tú ikki longur ert umfataður av lívstryggingini hjá Føroya Pedagogfelag, sum m.a. innheldur rætt til tryggingarveiting við deyða, ávísa hættisliga sjúku ella óarbeiðsføri.

 

Tí vilja vit bjóða tær at tekna eina persónliga trygging ístaðin. Um tú sendir okkum hjáløgdu áheitan innaftur innan 2 mánaðir frá dagfesting av hesum brævi, er ikki neyðugt at svara nýggjum heilsuspurningum.

 

Ynskir tú at taka av hesum tilboði, verður tú vinarliga biðin um, at fylla út tilskilan, skriva undir, og senda okkum áheitanina aftur.

 

Ynskir tú harafturat óarbeiðsføristrygging, verður tú biðin um at venda tær til LÍV.

 

Á heimasíðu okkara www.liv.fo hevur tú møguleika at síggja tíni eftirlønarviðurskifti við at innrita á portalin ”Mítt LÍV”. Fyri at fáa atgongd til portalin, skalt tú brúka P-tal og loyniorð. Títt loyniorð er: xxxxxxxxx

 

Eru spurningar ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á tlf. 31 11 11.

 

Vinalig heilsan

 

LÍV

Kundadeildin

 

Vinarliga

Sámal Hansen

Hjálparfólkafelagið


Maj-Britt Winther Hentze Jacobsen, forkvinna í Hjálparfólkafelagnum

Hjálparfólkafelagið: Tað er útbúgvingin, sum telur

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í útbúgvingarmálum, var í Degi & Viku í gjár og staðfesti, at nýggja hjálparfólkaútbúgvingin verður staðsett í Suðuroy, tí har eru yrkisrættarligar útbúgvingar í forvegin.

Hjálparfólkafelagið er í tí sambandi blivið spurt fleiri ferðir, um hvat tey halda um hetta, og tey svara nú spurninginum í lesarabrævi.

- Vit eru sum fakfelag sera upptikin og áhugað í eini útbúgving til limir okkara, tí vit vænta, at hetta kann betra um okkara møguleikar. Hvar útbúgvingin skal liggja, ja, tað má so verða upp til politikararnar at taka støðu til. Og teirra støða er, at hon liggur best í Suðuroy.Tað, ið upptekur okkum í hesum máli, er sum so ikki staðsetingin, sigur felagið.

Heldur enn at fokusera uppá staðsetingina, heldur Hjálparfólkafelagið tað vera meira relevant at fáa svar uppá nakrar grundleggjandi spurningar.

- Tað eru nakrir grundleggjandi spurningar, vit mugu seta okkum fyrst:

  1. Hvør skal í skúla og hví?
  2. Hvat ástøði ogna vit okkum har, ið betrar okkra arbeiðsførleikar?
  3. Verða okkara setanartreytir tryggari, ella verða vit stadigvekk koyrd heim so hvørt ein pedagogur ynskir starvið?
  4. Verður ein við hjálparfólkaútbúgving tikin framm um ein uttan, tá ið størv setast?
  5. Hvussu nógvir av okkum um 1.000 hjálparfólkum sleppa í skúla ísenn?
  6. Hvussu long er útbúgvingin?
  7. Hvørji fag verða bjóða?
  8. Kann man fáa góðskriva naka fyri áður tiknar útbúgvingar?
  9. Fáa vit lestrarstuðul?
  10. Fáa vit meira í løn?

Hjálparfólkafelagið leggur afturat, at tey undir ongum umstøðum fara at góðtaka, at ein útbúgving er til hindurs fyri nakran av teirra limum.

 


Her eru nakrir ofta settir spurningar.

 

Hvussu við trygging ?

Hjálparfólkafelagið hevur gjørt avtalu um trygging, sum umfatar hættisliga sjúku, og við deyða, fyri sama kostna, og somu peningaligu upphæddir sum pedagogfelagið. 

Umframt tað, kunnu vit við stoltleika bjóða okkara limum eina bíligari avlamningstrygging enn pedagogfelagið kann bjóða teirra limum.

 

Hvussu við limagjaldið ?

Limagjaldið í hjálparfólkafelagnum er 1,5% av lønini, í mun til 1,8% í pedagogfelagnum.

Hetta merkir, at limir í hjálparfólkafelagnum gjaldað 0,3% minni av lønini í limagjaldið enn limir í føroya pedagogfelag.

 

Hvussu við lønarsáttmálanum?

Limir í hjálparfólkafelagnum og pedagogfelagnum verða løntir eftir sama sáttmála. Umframt løn, eru allar avtalir í sáttmálanum eins fyri limir í hjálparfólkafelagnum og pedagogfelagnum.

 

Hvussu við útbúgvingini pedagoguskur ástøðingur?

Tað er ein partur av sáttmálanum, so har eru limir í hjálparfólkafelagnum og pedagogfelagnum eins stillaðir.

 

Hví skal eg velja hjálparfólkafelagið ?

Hjálparfólkafelagið er felagið fyri hjálparfólk. Felagið hevur bara eitt endamál, sum er at arbeiða fyri rættindunum hjá hjálparfólkið.

Hjálparfólkafelagið kann longu nú bjóða limum sínum bíligari limagjald, og bíligari avlamistrygging.


Á myndini frá vinstru: Claus Højgaard, Eystan Elisson, Maj-Britt Winter Hentze Jacobsen frá Hjálparfólkafelagnum og Helgi L. Petersen og Joan Stampe frá Betri.

Skilnaðurin ímillum Pedagogfelagið og ein part av hjálparfólkunum, sum herfyri vendu felagnum bakið tí tey kendu seg sett til viks, tykist vera endaligur.

Føroyar hjálparfólkafelag boðar í morgun frá, at tey nú hava gjørt avtalu við Betri um trygging og pensjón.

- Avtalan er bíligari og betri enn tann, sum Pedagogfelagið kann bjóða sínum limum, sigur felagið í boðunum, og eggjar samstundis hjálparfólkum kring landið at melda seg inn í Hjálparfólkafelagið.

- Nýggja tryggingin hjá Betri dekkar eisini í skiftistíðini frá tí gomlu í Lív til ta nýggju hjá Betri. Úrmeldingin skal gerðast áðrenn 1. í hvørjum mánaði fyri at koma í gildi mánaðin eftir, sigur felagið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
Lagt út hevur Gunnar Skúvadal 

 

(Mynd: Hjálparfólkafelagið)

Hjálparfólkafelagið stovnað

Ingi Samuelsen

13.03.2018 - 08:52

 
 
Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður
 

Nýtt felag fyri fólk, sum arbeiða sum hjálparar á dag- og samdøgursstovnum varð stovnað á fundi í Saltangará í gjárkvøldið.

 

Hjálparfólkafelagið hevur nú skipað seg við Maj Britt Winther Hentze Jacobsen sum forkvinnu, Lindu Højgaard sum næstvorkvinnu og Eystan Elisson sum peningarøkli. Hinir nevndarlimirnir eru Claus Højgaard og Sámal Hansen.

 

Fyrstu uppgávurnar hjá nýggja felagnum verður at fáa fleiri limir og fáa í lag fundir við tryggingarfeløgini fyri at fáa tryggingina upp á pláss, upplýsir Sámal Hansen fyri kvf.fo.

 

Higartil hava hjálparar á stovnum verið limir í Pedagogfelagnum, men eftir at viðtøkurnar fyri pedagogfelagið vórðu broyttar, so at útbúnir pedagogar eru tryggjaðir serumboðan í leiðsluni, er ein ávís ónøgd komin fram millum teir limir, sum ikki hava útbúgving.